Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.
Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, samdrigið og turt – kring middag tó okkurt ælið í støðum. Seinnapartin gongur hann upp í útnyrðing og minkar vindin sum frá líður niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Í kvøld lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Í nátt og fyrrapartin í morgin lítið lot av norði og landnyrðingi, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað og turt. Hitin í dag upp í 8 stig; í nátt niður í frostmarkið.
Sólarris: 09:52 Sólsetur: 15:05
