Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mánadagin á middegi.
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s. Seinnapartin hækkar hann í landnyrðing og veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind norðan og av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum 2 og 7 stig, í støðum niður móti frostmarkinum.
Sólarris: 08:59 Sólsetur: 15:26
