Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.02.2026 11:00

Veðrið: Sunnudagin 22. februar

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.

Frískt lot til frískan vind millum eystan og landnyrðing, 5 til 10 m/s, sum frá líður minkandi niður í lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Skýggjað, í støðum og ælaveður, tó út a seinnapartin longri ímillum ælini. Í kvøld og í nátt frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s.

Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, sólglottar og bert okkurt ælið, sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin 2 til 6 stig.

Sólarris: 07:53 Sólsetur: 17:29