Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.
Frískur vindur upp í strúk um norðan, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Móti kvøldinum minkar hann vindin niður í lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Hitin 4 til 8 stig.
Í nátt veksur hann vindin aftur til frískan vind upp í strúk millum vestan og útnyrðing, 8 til 13 m/s, fyrrapartin í morgin hvassur vindur í støðum, 15 m/s. Út á náttina skýggjað og regn, fyrrapartin í morgin ælaveður sum frá líður. Hitin 5 til 10 stig.
Sólarris: 07:07 Sólsetur: 19:31