Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, eitt skifti frískur vindur, 10 m/s, sólglottar og okkurt ælið. Út á seinnapartin lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Í nátt veksur hann vindin til frískt lot upp í frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, fyrrapartin í morgin landsynningur. Hálvskýggjað og okkurt ælið, men fram ímóti middegi í morgin verður samdrigið og sum frá líður regn sunnaneftir. Hitin um dagin 5 til 10 stiv, í nátt niður í 3 stig í støðum.
Sólarris: 08:00 Sólsetur: 16:18
