Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mánadagin á middegi kl 12:00.
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s. Skýggjað, í støðum skiftandi skýloft, og yvirhøvur turt. Út á seinnapartin trilkar hann vindin til frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina og í kvøld fer at regna. Hitin 7 til 11 stig.
Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind eystan, sum frálíður hækkar hann upp í landnyrðing, 5 til 10 m/s. Samdrigið og regn. Hitin 7 til 11 stig.
Sólarris: 08:21 Sólsetur: 18:01
