Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.
Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað, onkur sólglotti og okkurt ælið. Seinnapartin smáskýggjað við høgum skýlofti, onkur sólglotti og yvirhøvur turt. Í kvøld lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft; í nátt ælaveður. Út á náttina frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin í morgin skiftandi skýloft, onkur sólglotti og okkurt ælið. Hitin 10 til 13 stig, í nátt niður í 8 stig.
Sólarris: 06:48 Sólsetur: 19:54