Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.07.2025 08:18

Veðrið: sunnudagin 13. juli

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til mánakvøldið.

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, sól og turt. Í kvøld veksur hann vindin til frískt lot upp í frískan vind millum landnyrðing og eystan, 5 til 10 m/s. Seinni út á kvøldið verður væntandi skýggjað og kanska mjørki í støðum, tó eisini framvegis klárt fleiri staðnis, serliga vestanfyri. 

Í morgin lot til frískt lot eystan og av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum frá líður minkandi niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Sól ella sólglottar og yvirhøvur turt, men í støðum eystanfyri mjørki, viðhvørt sirm ella kanska okkurt ælið. Hitin 15 til 20 stig, í støðum 22 stig, í nátt niður í 12 stig.