Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.10.2025 09:57

Veðrið: Sunnudagin 12. oktober

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til mánadagin á middegi.

Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s. Skýggjað, nógvastaði mjørki. Ælaveður og møguliga tám ella sirm, har mjørkin liggur. Sum frá líður trilkar vindurin, tað verður hægri skýloft og tað slítur í. 

Seinnapartin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað, í støðum framvegis mjørki, men aðrastaðir møguliga sólglottar. Yvirhøvur turt, tó møguliga tám ella sirm, har mjørkin liggur. Hitin 10 til 12 stig.

Í kvøld og frameftir frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað, fyrrapartin í morgin hálvskýggjað, og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 12 stig.

Sólarris: 08:02 Sólsetur: 18:23