Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.03.2026 09:12

Veðrið: Sunnudagin 1. mars

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin, skrivað kl. 08:45.

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað, onkur sólglotti og ælaveður, í støðum grov æl. Eitt skiftið seinnapartin minni vindur, frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, og tað slítur mestsum í. Í kvøld frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Í nátt veksur vindurin upp í frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s, og snarar úr landsynningi í útsynning. Í støðum norðanfyri upp í hvassan vind av útsynningi, 20 m/s. Samdrigið og regn. Fyrrapartin í morgin, frískur vindur upp í hvassan vind 10 til 15 m/s av útsynningi, hálvskýggjað, sólglottar og ælaveður, stundum grov æl, í støðum við vátakava. Hitin 4 til 8 stig.

Sólarris: 07:31 Sólsetur: 17:48