Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.
Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og samregn. Seinnapartin minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind sunnan ella av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Í kvøld dregur á luftinga og tað fer aftur at regna. Í nátt hækkar ættin upp í eystan, framvegis samdrigið og samregn. Fyrrapartin í morgin lítið lot upp í frískt lot av ymsum ættum, minni enn 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin 4 til 9 stig.
Sólarris: 09:39 Sólsetur: 15:31
