Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.
Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað. Tá líður á fyrrapartin veksur vindurin upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og tað dregur á luftina. Seinnapartin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og turt. Í nátt lækkar hann niður í sunnan, og fram ímóti morgni veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 6 til 12 stig.
Sólarris: 06:35 Sólsetur: 20:11