Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og einstøk æl, í støðum sólglottar. Í nátt fer hann í sunnan og veksur spakuliga. Tað fer at regna. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk sunnan og av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn, men sum frá líður slítur í. Hitin 9 til 15 stig.
Sólarris: 03:53 Sólsetur: 23:09