Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Seinnapartin veksur hann upp í frískan vind upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Í kvøld hækkar hann í vestan og veksur vindurin upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Hálvskýggjað og einstøk æl. Fyrrapartin í morgin strúkur í vindi ella upp í skrið vestan, 13 til 18 m/s. Hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 7 til 12 stig.
Sólarris: 07:51 Sólsetur: 18:36
