Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.01.2025 07:06

Veðrið: mikudagin 8. januar

Mynd: Eysturoyarportalurin

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.

Frískur vindur upp í strúk av norði, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skiftandi skýloft, kanska onkur sólglotti. Ælaveður við kava, møguliga okkurt grovt æl. Seinnapartin og í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Út á kvøldið og í nátt frískur vindur upp í strúk av norði, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind 15 m/s. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hitin millum -1 og +4 stig, í hæddunum kaldari.