Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, smáskýggjað, í støðum skýggjað, og yvirhøvur turt. Út á fyrrapartin veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, tað dregur á luftina og okkurt ælið. Seinnapartin veksur vindurin til frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og sum frá líður regn. Út á kvøldið minkar vindurin til frískan vind upp í strúk millum sunnan og útsynning, 8 til 13 m/s. Tað klárnar til smáskýggjað, og slítur í, tó okkurt ælið. Í nátt og fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk millum sunnan og útsynning, 8 til 13 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 9 stig; tó í nátt niður í 3 stig í støðum, serliga í erva norðanfyri.
Sólarris: 06:26 Sólsetur: 20:32
