Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.01.2026 08:20

Veðrið: Mikudagin 7. januar

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.

Lot til frískt lot eystan og av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin dregur á luftina. Seint seinnapartin ella í kvøld, í støðum upp í frískan vind ella hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, serliga norðanfyri, samdrigið og kavi. Í nátt frískur vindur ella hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og okkurt vátakava- ella kavaæl. Fyrrapartin í morgin strúkur í vindi upp í skrið eystan, 13 til 18 m/s, samdrigið og okkurt vátakava- ella kavaæl. Hitin -3 til 3 stig, men í nátt og fyrrapartin í morgin upp ímillum frostmarkið og 5 stig.

Sólarris: 09:45 Sólsetur: 15:22