Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.
Lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Samdrigið, í støðum mjørki og okkurt ælið, men sum frá líður turt fyri tað mesta og sólglottar, tó kanska framvegis okkurt ælið í støðum. Út á kvøldið frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk millum eystan og landnyrðing, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið 7 til 12 stig.
Sólarris: 08:09 Sólsetur: 16:10
