Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin fer ættin niður í sunnan. Seinnapartin gongur hann eysturum til landsynning og veksur upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, og sum frálíður dregur á luftina. Í kvøld skrið ella stormur, 18 til 23 m/s, samdrigið og regn. Í nátt og fyrrapartin í morgin skrið ella stormur sunnan, 18 til 23 m/s, stundum upp í hvassan storm, 25 m/s, samdrigið og regn. Hitin 5 til 8 stig.
Deil á Facebook