Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.12.2025 11:02

Veðrið: Mikudagin 31. desember

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi kl 12:00.

Frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 5 til 8 stig. 
Seinnapartin veksandi upp í strúkur í vindi upp í skrið, og hann gongur upp í útnyrðing, 13 til 18 m/s. Tað dregur á luftina til skýggjað og ælaveður. Tað verður kaldari, millum 2 og 5 stig.
Í kvøld veksur hann vindin upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s; í støðum eitt skiftið upp í 23 m/s. Skýggjað og regn ella vátakavi.
Í nátt og fyrrapartin í morgin strúkur í vindi upp í skrið norðan, 13 til 18 m/s. Skýggjað og vátakavi ella kavi. Hitin millum -1 og 4 stig.

Sólarris: 09:51 Sólsetur: 15:09