Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.
Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Sum líður á fyrrapartin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið; seinnapartin yvirhøvur turt. Í kvøld frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og sum frá líður ælaveður. Seint í kvøld lot til frískt lot av landsynningi, eitt skiftið sunnan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, stundum grov æl, sum frá líður í nátt bert okkurt æl. Hitin 4 til 9 stig, í hæddunum niður í 2 stig.
Sólarris: 09:24 Sólsetur: 15:08
