Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.10.2025 08:08

Veðrið: Mikudagin 29. oktober

Mynd: Eysturoyarportalurin

Veðurstøða Føroya

Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s. Skýggjað við sólglottum og ælaveður, í støðum við vátakava ella kava. Í kvøld minkar vindurin niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot sunnan og av landsynningi, 3 til 8 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum frostmarkið og +6 stig, í nátt í støðum niður í -2 stig.

Sólarris: 07:49 Sólsetur: 16:30