Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.09.2025 08:04

Veðrið: Mikudagin 24. september

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.

Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, at byrja við sól ella sólglottar og turt fyri tað mesta, men sum frá líður verður skýggjað og í støðum tám ella driv, mest vestanfyri. Út á kvøldið verður samdrigið og regn vestaneftir.

Fyrrapartin í morgin frískt lot upp í frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, framvegis samdrigið og í støðum driv ella okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið 9 til 13 stig.

Sólarris: 07:14 Sólsetur: 19:21