Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.07.2025 08:21

Veðrið: mikudagin 23. juli

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, sum frá líður vestan. Samdrigið, mjørki og okkurt ælið í støðum, men sum frá líður eisini sól ella sólglottar í støðum. Í nátt og fyrrapartin í morgin lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað ella samdrigið, ímóti ættini mjørki í støðum og kanska okkurt ælið, men klárari eystanfyri. Hitin 12 til 17 stig.

Sólarris: 04:26 Sólsetur: 22:38