Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.10.2025 08:09

Veðrið: Mikudagin 22. oktober

Veðurstova Føroya

Morgunveðrið – t.e. forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.

Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Fyrrapartin veksur vindurin norðanfyri upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, enn samdrigið og regn, meðan hann sunnanfyri fer niður í sunnan og minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og tað slítur í. Seinnapartin norðanfyri frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið; sunnanfyri frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður. Í kvøld um alt landið frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Í nátt lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin lítið lot, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið í støðum. Hitin 8 til 12 stig.

Sólarris: 08:29 Sólsetur: 17:51