Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður, sum frá líður turt fyri tað mesta og sól ella sólglottar. Út á náttina skýggjað og okkurt ælið í støðum. Fyrrapartin í morgin lot upp í frískan vind sunnan, 3 til 10 m/s, tað verður sum frá líður samdrigið og stundum regn ella okkurt ælið. Hitin um dagin 9 til 13 stig, í nátt niður í 6 stig í støðum.
Sólarris: 03:41 Sólsetur: 23:19