Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.11.2025 07:35

Veðrið: Mikudagin 19. november

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.

Frískan vind upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s. Í kvøld minkar vindurin niður í lot til frískt lot norðan, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og kavaæl. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum -2 og +3 stig.

Sólarris: 08:48 Sólsetur: 15:35