Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.04.2025 07:28

Veðrið: mikudagin 16. apríl

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s. Seinnapartin av ymsum ættum. Sól ella sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin 3 til 7 stig.
Út á kvøldið gongur hann upp í norðan og trilkar. 
Í nátt frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 2 til 5 stig.
Í morgin frískur vindur upp í hvassan vind norðan, seinnpartin av útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Samdrigið, tó í støðum sólglottar, og ælaveður. Hitin 2 til 5 stig.

Sólarris: 06:00 Sólsetur: 20:54