Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.
Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, stundum strúkur í vindi, 13 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað og stundum tám ella mjørki, driv ella okkurt ælið, mest vestanfyri, men eisini sólglottar, mest eystanfyri. Hitin 10 til 14 stig. Út á náttina hækkar hann í útnyrðing og minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, fyrst hálvskýggjað og kanska okkurt ælið, men sum frá líður turt fyri tað mesta og sólglottar. Hitin 5 til 10 stig.
Sólarris: 08:10 Sólsetur: 18:13
