Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.
Lot til frískt lot sunnan og av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum út á fyrrapartin hækkar í vestan og veksur upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Seinnapartin og í kvøld lækkar hann í útsynning og minkar niður í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum sólglottar. Hitin millum 2 og 7 stig. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, sum kunnu verða við vátakava, í støðum grov æl. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.
Sólarris: 06:58 Sólsetur: 18:16
