Veðurstova Føroya
Morgunveðrið – t.e. forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið í støðum. Fram ímóti middegi veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin hálvskýggjað og sól ella sólglottar. Í kvøld gongur hann upp í eystan og tað dregur á luftina. Hitin 11 til 15 stig.
Sólarris: 06:38 Sólsetur: 20:08