Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.12.2025 07:13

Veðrið: Mikudagin 10. desember

Eyp.fo

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.

Frískur vindur upp strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, tó norðast upp í skrið, 18 m/s, og sunnast niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður. Sum líður á fyrrapartin minkar vindurin eitt skiftið niður í lot av ymsum ættum, minni enn 8 kring landið áðrenn vindurin veksur aftur upp í frískan vind upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s; fyrst sunnanfyri. Seinnapartin veksur vindurin upp í vind til hvassan vind av útsynningi ella vestri, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður. Í kvøld strúkur í vindi upp í skrið vestan, 13 til 18 m/s. Í nátt frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Sum frá líður gongur hann niður í útsynning, og minkar niður í frískt lot, minni enn 8 m/s. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Hitin 6 til 10 stig.

Sólarris: 09:37 Sólsetur: 15:01