Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.
Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og regn. Út á fyrrapartin minkar vindurin niður frískan vind upp í strúk, og gongur vesturum til útsynning, 8 til 13 m/s. Tað slítur í, men framvegis skýggjað, og okkurt ælið. Seinnapartin onkur sólglotti, og yvirhøvur turt. Í kvøld og fram eftir til fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind skiftandi millum sunnan og útsynning, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, stundum regn. Hitin 10 til 13 stig.
Sólarris: 07:32 Sólsetur: 18:58