Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.03.2026 07:34

Veðrið: Mánadagin 9. mars

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.

Lítið lot til frískt lot av útsynningi og suðri, minni enn 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Út ímóti kvøldinum veksur hann vindin upp í frískan vind ella strúk sunnan, 8 til 13 m/s, og seinni í kvøld og í nátt upp í frískan vind ella hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, í støðum 17 m/s, tað verður samdrigið og sum frá líður fer at regna. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt einstakt ælið. Hitin 3 til 8 stig.

Sólarris: 07:05 Sólsetur: 18:11