Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin veksur hann vindin upp í frískan vind ella hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, í støðum upp í 17 m/s, framvegis smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Í nátt minkar hann vindin niður aftur í frískan vind ella strúk sunnan, 8 til 13 m/s, smá- ella hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 10 til 14 stig.
Sólarris: 06:33 Sólsetur: 20:14