Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.04.2026 09:54

Veðrið: Mánadagin 6. apríl

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, sólglottar og yvirhøvur turt. Fyrrapartin dregur á luftina. Seinnapartin frískt lot til frískan vind landsynningi 5 til 10 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Í kvøld veksur vindurin upp í frískan vind ella hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, samdrigið og regn. Í nátt og fyrrapartin í morgin niður í frískan vind ella strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið men bert okkurt ælið. Hitin fyrrapartin 1 til 6 stig, út á dagin og í nátt upp í 3 til 8 stig.

Sólarris: 06:33 Sólsetur: 20:26