Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.
Frískt lot til frískan vind millum sunnan og landsynning, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið, sum frá líður regn sunnaneftir. Út á seinnapartin veksur hann vindin til frískan vind upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s. Sum frá líður slítur í, men út á kvøldið skýggjað og ælaveður.
Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, skiftandi skýlft og ælaveður. Hitin alt samdøgrið 6 til 11 stig.
Sólarris: 08:03 Sólsetur: 16:15
