Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til týsdagin á middegi kl 12:00.
Lítið lot av landnyrðingi, út á seinnapartin norðan, minni enn 5 m/s. Klárt ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin í morgun niður í -2 stig, men út á dagin millum frostmarkið og 4 stig.
Í kvøld lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft og turt. Í nátt trilkar hann vindin vestan. Tað dregur á luftina, men yvirhøvur turt. Hitin -1 til 4 stig.
Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt ælið. Hitin 3 til 7 stig.
Sólarris: 09:52 Sólsetur: 15:06
