Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.10.2025 08:18

Veðrið: Mánadagin 27. oktober

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til týsdagin á middegi.

Frískt lot til frískan vind norðan og av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og fyrst yvirhøvur turt, men tá líður á seinnapartin ælaveður, í støðum við vátakava ella kava. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot norðan, 5 til 10 m/s. Skýggjað við sólglottum og ælaveður, í støðum við vátakava ella kava. Hitin millum frostmarkið og +6 stig.

Sólarris: 07:43 Sólsetur: 16:36