Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.03.2026 08:11

Veðrið: Mánadagin 23. mars

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin..

Frískt lot til frískan vind vestan lækkandi í sunnan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og okkurt kavaælið, men fram ímóti middegi verður samdrigið og regn ella vátakavi vestaneftir. Út á seinnapartin veksur hann vindin til hvassan vind ella skrið sunnan, 15 til 20 m/s, samdrigið og samregn. Hitin millum frostmarkið og 5 stig. Í kvøld, í nátt og fyrrapartin í morgin strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, eitt skifti vaksandi upp í storm í støðum, 23 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, kanska heglingur. Hitin 4 til 8 stig.

Sólarris: 06:19 Sólsetur: 18:49