Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.
Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Í nátt minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Fyrrpartin í morgin gongur hann niður í eystan, vindurin minkar niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, samdrigið og regn. Hitin 4 til 7 stig.
Sólarris: 05:44 Sólsetur: 21:08