Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.03.2026 08:09

Veðrið: Mánadagin 2. mars

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til týsdagin á middegi kl 12:00.

Hvassur vindur ella skrið sunnan, sum í morgun gongur vestur í útsynning, 15 til 20 m/s, í støðum upp í storm, 24 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 4 til 7 stig.
Út á fyrrapartin minkar til frískan upp til hvassan vind, og hækkar upp í vestan, 10 til 15 m/s. Skýggjað og ælaveður, tó norðarlaga í landinum regn.
Í kvøld eitt skiftið frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Norðanfyri skýggjað og ælaveður, møguliga við vátakava; sunnanfyri skiftandi skýloft og okkurt ælið.
Seint í kvøld og í nátt veksur aftur til frískan vind upp í hvassan vind, framvegis vestan, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 4 til 8 stig.

Sólarris: 07:28 Sólsetur: 17:51