Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til týsdagin á middegi.
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin 8 til 10 stig.
Út á seinnapartin lækkar hann niður í sunnan og í kvøld veksur vindurin til strúkan vind upp í skrið av landsynningini, 13 til 18 m/s. Skýggjað og tað fer at regna. Hitin 8 til 10 stig.
Móti morgni í morgin minkar vindurin eitt skiftið til frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Tað klárnar og ælaveður.
Út á fyrrapartin í morgin veksur vindurin aftur upp í hvassan vind, framvegis av landsynningi, 10 til 15 m/s. Tað dregur á luftina aftur og tað fer at regna. Hitin 5 til 8 stig.
Sólarris: 03:50 Sólsetur: 23:00