Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.02.2025 07:45

Veðrið: mánadagin 17. februar

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum lítið lot, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, stundum við vátakava; seinnapartin kanska okkurt ælið. Í kvøld frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Í nátt og fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og kanska okkurt ælið; sum líður á fyrrapartin samdrigið og regn. Hitin millum +1 og +6 stig.