Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.03.2026 07:21

Veðrið: Mánadagin 16. mars

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til týsdagin á middegi.

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, út á fyrrapartin vestan, 8 til 13 m/s, mesti vindurin sunnanfyri. Skýggjað og ælaveður, men sum frá líður longri millum ælini og sólglottar. 
Seinnapartin framvegis frískur vindur upp í strúk, men hann lækkar niður aftur í útsynning, 8 til 13 m/s. Tað dregur á luftina, men yvirhøvur turt.
Í kvøld trilkar til frískan vind upp í hvassan vind sunnan eitt skiftið, men seinni aftur av útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, men út á kvøldið og í nátt ælaveður. 
Fyrrapartin í morgin framvegis frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, men sum frá líður sólglottar.
Hitin alt samdøgrið 3 til 7 stig.

Sólarris: 06:42 Sólsetur: 18:30

Spjaldur