Veðurstova Føroya
Morgunveðrið – t.e. forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.
Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og turt. Sum líður á fyrrapartin gongur hann vesturum til útsynning og veksur vindin upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið í støðum. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 12 stig.
Sólarris: 03:33 Sólsetur: 23:21