Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.07.2025 07:29

Veðrið: mánadagin 14. juli

Veðustova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, sum frá líður minkandi niður í lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, í nátt og fyrrapartin í morgin av ymsum ættum. Sól ella sólglottar og yvirhøvur turt, serliga vestanfyri, men í støðum eystanfyri mjørki og viðhvørt sirm, út á kvøldið anska okkurt ælið. Hitin um dagin 15 til 20 stig, í nátt og í mjørkanum 11 til 15 stig.

Sólarris: 04:06 Sólsetur: 22:58