Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.08.2025 07:58

Veðrið: mánadagin 11. august

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin, skrivað kl 06:20.

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sum út á seinnapartin minkar niður í lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Sólglottar og kanska okkurt ælið, men sum frá líður turt fyri tað mesta. Út á náttina lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s.

Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og tám ella mjørki, kanska við onkrum æli ella driv í støðum. Hitin 9 til 14 stig.

Sólarris: 05:17 Sólsetur: 21:44