Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.08.2025 09:57

Veðrið: leygardagin 9. august

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.

Frískt lot til frískan vind av ymsum ættum, 5 til 10 m/s, sum frá líður vaksandi til frískan vind upp í strúk vestan ella av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum regn, tó sum frá líður bert ælaveður. Í nátt frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, fyrrapartin í morgin vaksandi til frískan vind upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 13 stig.

Sólarris: 05:12 Sólsetur: 21:50