Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.09.2025 10:11

Veðrið: leygardagin 6. september

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.

Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður, í støðum mjørki og driv. Seinnapartin gongur hann eysturum til landsynning og minkar vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið. Í kvøld er regn ella ælaveður, men í nátt yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin veksandi upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 10 til 15 stig.

Sólarris: 06:27 Sólsetur: 20:21